søndag den 14. december 2008

Hov!

Myndirnar komu vist ikki vid, so nú royni eg aftur.

Jólatræ

Í dag hava vit fingid jólatræ fyri fyrstu ferd, og tad er eisini blivid pyntad. Vit eiga hvørki stjørnu ella jólakúlur, men tad riggar bara heilt væl allíkavæl.
Á tí næstu myndini spælur Anna Sofía vid skógvarnar, tad kann hon fáa langa tíd at ganga vid. Bastian gevur líka eitt nummar ímedan:-)

søndag den 9. november 2008

Krúlltopp

Vit vóru og vitjadu Kristin-gummuna í dag og hygg hvat hendi. Kanska sær Anna Sofía soleidis út um eini tvey ár, tad ber væl til:-)

mandag den 3. november 2008

Nú riggar aftur:-)

Anna Sofía og Bastian hyggja teknifilm, Bastian sum Ninja Turtle og ymiskar adrar myndir.

tirsdag den 19. august 2008

Ongar myndir

Teldan hjá mær riggar ikki í løtuni, so ongar myndir frá okkum, fyrr enn hon er ordnad.

tirsdag den 1. juli 2008

Alma 65 ár, hurraaaaa!

Hjartaliga tillukku vid degnum, Alma.
Vit eiga tíverri onga mynd av tær, so her er diddan í stadin.

fredag den 6. juni 2008

Summarmyndir

Prinsurin bleiv kliptur í dag, er hann ikki fínur? Tad kostadi 80 kr hjá arabarafrisørinum, og tad er akkurát 209 kr minni enn hjá "Fancy Finn", sum klipti honum seinast! Har fara vit vist ikki aftur. Sum tit síggja, so heldur Bastian eisini, at tad er hol í høvdid, hahaha! 
Annars njóta vit tad praktfulla vedrid og eta nógvan ís, lekkurt:-)

onsdag den 21. maj 2008

Hjá Sannu og gubba

í gjár vóru vit hjá Sannu og Dánial gubba eftir skrástólinum. Ein genta á barnagardinum hjá Sannu hevdi mist ein fingur í einum óhappi:-/ og Sanna hevdi stadid beint vid sídunar av, so tad tosadu vit nógv um. Gott at tad ikki var Sannusa fingur id fór...

mandag den 5. maj 2008

Diddan 3 vikur

Í gjár bleiv diddan 3 vikur og í dagens anledning kom hon í bad, tad var lekkurt.

torsdag den 1. maj 2008

Fleiri myndir

Nakrar myndir afturat av familjuni.

Tivoli

Í dag vóru vit í Tivoli, og Bastian royndi veteranbilarnar og hoppadi á hoppimadrassuni. Tad regnadi so illa fyrr í dag, so madrassin var vát, men so hoppadi Bastian bara í regnklædum og í berum bibbum, tad var stuttligt. Serliga tí, at eingin onnur børn høvdu roknad tann fidusin út:-) Diddan bara svav sum vant. 

søndag den 20. april 2008

1 viku gomul - Hurraaa

Nakrar myndir av eini raskari diddu, sum bara etur og svevur - og einum lekrum sjeiki:-)

mandag den 14. april 2008

Diddan hjá okkum

Her eru nakrar myndir av didduni hjá okkum, sum vard fødd á Ríkissjúkrahúsinum 13. apríl 2008 kl 06.13. Hon vigadi 3670 gram og var 52 cm long. 
Vit halda, at hon er øgiliga fitt:-)

lørdag den 12. april 2008

Bastian

Hetta er ein roynd

Føðingardag hjá Frans

Fyrsta myndin er frá føðingardegnum hjá Frans, sum fylti ikki minni enn 36 ár!